Call Us:
+298 20 44 44
Email Us:
info@jt.fo

Maskinsmiður

Eitt starv sum maskinsmiður er leyst at søkja hjá okkum. Talan er um eitt spennandi starv hjá okkum, har tú hevur ein týðandi leiklut í fyritøkuni.

Starvsplássið er á Kambsdali, men starvið inniber eisini, at tú fert út til okkara kundar til ymiskar arbeiðsuppgávur kring landið.

Starvið fevnir m.a. um:

  • Uppsetan av skipanum
  • Viðlíkahald og nýgerð umborð á fóðurflakum og á smoltstøðum

Vit vænta, at tú sum persónur ert:

  • Raskur og arbeiðssamur
  • Sjálvstøðugur
  • Álítandi og røkin

Tað er krav, at tú hevur útbúgving sum maskinsmiður og dugir væl at sveisa.

Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu.

Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur@jt.fo ella tlf. 77 44 60.

Hevur hetta tín áhuga, send umsóknina til leivur@jt.fo. Seinasta freist at søkja er 20. oktober 2019.

STUTT UM OKKUM

JT electric er ein føroysk fyritøka, sum framleiðir tekniskar vørur og KT skipanir til alivinnuna kring heimin. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laksi í nærum 50 alibrúkum kring heimim. Við 33 røskum og dugnaligum starvsfeløgum miðja vit í móti at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.

Talk to the specialist

We are Here to Help You!

Thank you! One of our colleagues will get back to you shortly.
Oops! Something went wrong while submitting the form.