Call Us:
+298 20 44 44
Email Us:
info@jt.fo

Forritari søkist

Vegna vaksandi virksemi bæði í Føroyum og uttanlands, leita vit eftir einum forritara, sum trívist í einum tekniskum og avbjóðandi umhvørvið. Viðkomandi verður við til at menna føroyskar KT loysnir til alivinnuna kring heimin.

Um starvið

Sum forritara verður tú partur av menningartoyminum. Toymið hevur ábyrgd av menning, viðlíkahaldi og rakstri av skipanum til alivinuna. Talan er um fóðurskipan, kameraskipan, sensorskipan o.a. Starvið fevnir um menning, íverksetan og rakstur av hesum skipanum.

Arbeiðsstaðurin er á JT electric á Kambsdali.

Tínir førleikar

Vit ímynda okkum at tú hevur royndir ella eina viðkomandi útbúgving innan kunningartøkni. Tað kann vera bachelor ella kandidat útbúgving. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur og royndir innan nøkur av fylgjandi økjum, ið vit arbeiða innan: C#, Python, TypeScript, Angular, Vue, SQL, Linux, Big Data og Computer Vision.

Vit ímynda okkum at tú:

  • ert ein arbeiðsamur persónur, sum dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi.
  • ert skipað/ur og megnar at arbeiða við nógvum bóltum í luftini.
  • dugir at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum.
  • hevur virkisanda og sær virði í áhaldandi at menna teg við nýggjari vitan og førleikum innan yrkisøkið.
  • dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga.
  • ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veit og dámar væl fakligar avbjóðingar.

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einari fyritøku, sum ger seg galdandi á altjóða marknaðinum, har tú fært sett tíni fingramerkir á hesa tilgongd. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum.

Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur altíð verður lagdur á at finna røttu loysnirnar og veita bestu tænastuna til kundarnar.

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast til ber, men vit eru sinnað at bíða eftir rætta starvsfelagnum.

Umsókn

Umsókn við CV og prógvum skulu sendast til Leif Johannesen, Menningarleiðara á leif@jt.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Spurningar

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leif Johannesen, Menningarleiðara á tel. 774462 ella á leif@jt.fo

Stutt um JT electric

JT electric er ein føroysk fyritøka, sum framleiðir tekniskar vørur og KT skipanir til alivinnuna kring heimin. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laksi í nærum 50 alibrúkum kring heimim.

Við 33 røskum og dugnaligum starvsfeløgum miðja vit í móti at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.

Talk to the specialist

We are Here to Help You!

Thank you! One of our colleagues will get back to you shortly.
Oops! Something went wrong while submitting the form.