Søgan

Nýgga virkishøli tikið í brúk í feb. 2012

Nýgga virkishøli tikið í brúk í feb. 2012

Virkishøli 2006-2012

Virkishøli 2006-2012

JT electric er eitt úrslit av einum privatum virki, sum byrðjaði sum einmansfyritøka í 1972.

Tað var Jóannes Thomsen úr Klaksvík, sum búsetti seg í Fuglafirði fyri at selja eltekniska tænastu og vørur til sildaverksmiðjuna Havsbrún. Hølini vóru tá bert ein uml 20m2 skúrur, sum virkaði mest sum goymsla og verkstaður. Eftir sløkum ári bleiv ein elektrikkaralærlingur tikin í læru, og kundaskarin vaks sera spakuliga, tí Havsbrún framvegis var grundarlagið fyri virkinum.

Vi tað at skip, útlendsk og føroysk, støðugt komu inn á Fuglafjørð, bleiv hetta eisini ein partur av kundaskaranum, sum eftir uml. 5 árum var vaksin nakað, og umframt Havsbrún vóru aðrar uppgávur, eitt nú gøtuljósini í bygdini, innlegging í sethús, Ísvirki úti á Land, Flakavirkið, og okkurt sethús nú og tá.

Við tað at virkið einamest hevði uppgávur innan ídnað, fall tað nátúrligt, at uppgávur eisini komu aðrastaðni frá. Felagsandin í virkinum man altíð hava verið opin fyri nýggjum teknikki og møguleikum, og kanska gjørdist hetta serliga sjónligt, tá ið virkið nam sær vitan um t.d. frekvensumformarar og PLC stýringar. Tað gingu nógv ár, áðrenn aðrir el-inleggjarar komu eftir hesum. Og meira kompliseraður teknikkur, jú meiri vitan kravdist í virkinum. Fólkini í virkinum vórðu verandi og fóru til Danmarkar, Noregs og  Svøríki at nema sær meiri vitan um nýggheitir og í sambandi við veitarar av maskinanleggum.

Jóannes Thomsen bleiv partafelag í 1985 og flutt varð í ný-renoverað hús uppi á Trøð. Vaksandi virksemið í landinum økti um talið á elektrikkarum og lærlingum í virkinum, og nógvir virkisbygningar vóru at installera, umframt tænastu til alivinnuna sum var farin at blíva ein vaksandi partur av umsetninginum. Automatiskar fóðurskipanir blivu meir og meir vanlig amboð hjá alarunum, og nógv arbeiði fylgdi við hesum, tí ofta var einki el á staðnum frammanundan. Líka upp til seinast í áttatiárinum var umsetningur og starvsfólkatalið vaksandi, og starvaðust nú um 20 fólk á virkinum.

pic_362

Hetta var ein broyting, sum kravdi eina nógv betri stýring bæði fíggjarliga og avøllum arbeiðum sum vóru í gongd, og var tí Jóannes sjálvur mest inni á virkinum, hóasthann hevði bestan hugin at fara út at loysa uppgávur. Nøkur ár frammanundan varð investerað í teldubókald og fakturering, og hetta bleiv gjørt av Jóhannus Hansen, sum tá umframt starvaðist sum tollari.

Virkið hevði ikki ringar tíðir ígjøgnum kreppuárini í 90’unum, sjálvt um virksemið minkaði. Tann náttúrliga frágongdin var nóg mikið til at eingin misti arbeiði, og eftir kreppuna kom skjótt ferð á aftur. Virkið kundi nú sigast í høðusheitum at hava 2 virkisøkir: Vanligt el-arbeiði, mest á virkjum, og programering av PLC stýringum til maskinanlegg. Av vanliga el-arbeiðinum var alivinnan nú vorðin ein tíðandi partur, men fíggjarliga hevði henda vinna tað sera tungt og fleiri bukkaðu undir. Tá vóru veitararnir til alivinnuna mest norskir, men PF Jóannes Thomsen hevði alla tíðina gott samband við sínar kundar, sjálvt um striltið gekst at fáa pening inn frá summum. Men alt hetta vísti seg at geva úrslit, nú betur fór at gangast í hesi vinnu, og virkið longu var veitari til tey flestu. Umsetningurin vaks nógv av nógvu íløgunum í alivinnuni.

Tá ið byrjað varð at brúka ljós í alivinnuni fyri at minka um kynsbúningina, sum var ein trupulleiki hjá laksaalarunum, setti JT nógvar projektørar á aliringar. Hetta gekk ofta so sum so í hesum harðføra umhvørvinum, og hugskotið kom fram um at fara niður í sjógvin við ljósinum. Málið var at seta ljósið, har brúk var fyri tíð, og tí vórðu nakrar longdir av klárum acrylrøri bílagdar, og ”innmaturin” bleiv monteraður á eina plátu sum alt passaði inn í rørið. Nú var bara at fáa endar fyri holini í rørinum. Ætlanin var frá byrjan, at hetta skuldi blíva okkara egna undirvatnsljós, sum skuldi seljast, tí marknaðurin var stórur. Oilwind vesturi í Vágunum var í okkara eygum rætta fyritøkan at alliera seg við, tí teir frammanundan framleiddu snellur, línuspøl o.s.fr. Tað var skjótt, at Oilwind kom aftur við ljósinum, og tað var helst betri enn nakar hevði væntað. So varð byrjað at royna ljósið úti hjá Hera Thomsen í Norðagøtu og sera væl eydnaðist. So vóru 10 stk sett í framleiðslu og hesi seld til ymsar alarar í Føroyum.

Tá ið Hetlendingar og Skotar frættu um hetta nýggja ljósið, kontaktaðu teir okkum og bíløgdu beinavegin uml. 160 stk., og so byrjaði framleiðslan rættuliga, og norski marknaðurin kom í hølunum á teimum.
Navnið: JT-electric bleiv klistrað á lampurnar uttan nakað kjak, tí alt mátti henda skjótt. Eitt ár seinni bleiv navnið tinglýst sum handilsnavn hjá Jóannes Thomsen P/F
Í dag leggur JT Electric seg eftir at vera heildarveitari til alivinnuna, tá ið tað snýr seg um el-arbeiði og útgerð.